Áarstova skipar fyri vælgerandi døgurða

Mikukvøldið letur Áarstova dyrnar upp í samstarvi við "Meðan vit bíða". Tey, sum eta her mikukvøldið, stuðla samstundis børnum, sum liva í fátækraváða.

Mikukvøldið letur Áarstova dyrnar upp í samstarvi við "Meðan vit bíða". Tey, sum eta her mikukvøldið, stuðla samstundis børnum, sum liva í fátækraváða. 

 

Seinastu dagarnar hava sjey kendir føroyingar, saman við Miðlahúsinum, savnað pening inn til børn, sum liva í fátækraváða. Tað er í samband við átakið "Meðan vit bíða", at hesi eru farin í gongd. 

 

Peningurin, sum inn kemur, fer óskerdur til børnini, og er tað Í menniskjum góður tokki, sum býtir peningin. 

 

Í samband við átakið hava hesi sjey - Katrin Kallsberg, Hjørdis Háberg Petersen, Maud Wang Hansen, Magni Arge, Ragnhild Ellingsgaard, Tróndur Vatnhamar og Livar Nysted skipað fyri ymiskum tiltøkum. Í gjár var Heima konsert hjá Katrini Kallsberg, í dag er tónleikur og fyrilestrar á skránni í Nólsoy, í morgin verður øll Klaksvíkin saman um átakið í beinleiðis sending á Rás2, meðan stórt tiltak eisini verður í SMS, har Blátt Gras millum annað framføra. Og mikukvøldið verður so døgurði á Áarstovu, har peningurin, sum inn kemur fyri matin, verður latin til "Meðan vit bíða". 

 

Áarstova var fús á stuðla, tá ið Hjørdis Háberg Petersen setti seg í samband við tey. Tað er vanliga matskráin hjá Áarstovu, sum er galdandi hetta kvøldið. Tú kanst bíleggja borð á 333 000 ella á aarstova.fo