Aarhus vann stórsigur í Herning

Liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh skoraði heili 40 mál í kvøld

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus eru nú triðfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini við 10 stigum.

 

Í kvøld vann Aarhus stórsigur á HC Midtjylland í Herning. Aarhus skoraði heili 40 mál, meðan heimaliðið skoraði 25 mál. Í steðginum var liðið hjá Teis og Peter á odda 22-13.

 

Teis skoraði trý mál og Peter skoraði eitt mál.

 

Nr.Lið:DystirStig
1HØJ   714
2Skive 712
3Aarhus HC  710
4Lemvig-Thyborøn   79
5HC Odense 78
6Sydhavsøerne78
7Tønder77
8HC Midtjylland76
9FIF76
10Odder   76
11Norddjurs74
12Rækker Mølle  74
13Roskilde 72
14Faaborg  72