Aalborg Akvavit er flutt til Noregs

Framleiðslan av Aalborg Akvavit og Gammel Dansk er flutt til Noregs

Í morgun stegðaðu De Danske Spritfabrikker í Aalborg við 84 ára gomlu framleiðsluni av snapsinum Aalborg Akvavit, Gammel Dansk og øðrum brennivínssløgum.

Norska fyritøkan Arcus keypti fyri einum ári síðani De Danske Spritfabrikker, og nú verður framleiðslan av brennivíninum flutt til Noregs.

Tey 14 seinastu starvsfólkini hjá De Danske Spritfabrikker í Aalborg hava mist arbeiðið.