Åge Hareide hevur sagt upp

Åge Hareide, venjari hjá svenska felagnum Malmø IF, hevur í dag sagt seg úr starvi. Seinasti dysturin verður dysturin hjá Malmø móti Real Madrid. Hetta merkir, at um Malmø spælir seg í Europa League kappingina, verður tað ikki við Hareide sum venjara.

 

Síðani Danmark tapti móti Svøríki og Morten Olsen legði frá sær sum danskur landsliðsvenjari, hava nógvar gitingar verið um, hvør fór at gerast nýggjur danskur landsliðsvenjari.

Ein av oftast nevndu møguleikunum er norski Åge Hareide, sum seinastu árini hevur verið venjari hjá Malmø IF. Hann hevur góð úrslit at vísa til í Svøríki og í Noregi. Hann er vorðin meistari við Malmø, Helsinborg og Rosenborg og steypavinnari við somu liðum, umframt Molde. Hann var eisini venjari hjá Brøndby í 2002, men gavst júst áðrenn Brøndby gjørdist meistari. Hann hevur sostatt vunnið trý meistaraheitið í trimum londum. Einans Giovanni Trappatoni, Trond Solleid, Sven-Göran Eriksson og José Mourinho hava megnað tað sama.

 

Åge Hareide hevur roynt seg sum landsliðsvenjara hjá norska landsliðnum frá 2003 til 2008. Tað eydnaðist honum tó ongantíð at leiða Noreg til eitt endaspæl.

 

Er Åge Hareide rætti maðurin hjá Danmark? Skrivið tykkara viðmerkingar her.