AaB vil ikki selja verjuspælara

Verjuspælarin Michael Jacobsen, sum er liðfelagi hjá Súna Olsen og Jón Rói Jacobsen í AaB, stóð seg væl í EM-endaspælinum fyri U21-landslið herfyri. Avrikini vóru so góð, at fleiri útlendsk feløg nú sýna spælaranum áhuga. Men í AaB er eingin áhugi at selja sterka verjuspælaran, og ítróttarstjórin Lynge Jacobsen vil hava Michael Jacobsen at halda fram í felagnum.
- Michael er ein spælari, sum vit ætla at satsa upp á komandi árini, og tí siga vit nei til øll tilboð. Vit hava onga orsøk at selja hann, sigur Lynge Jacobsen við BT.