Føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, er í kvøld í samráðingum við danska felagið AaB, har hann hevur royndarvant seinastu vikuna.
AaB hevur í vetur mist verjuleikararnar Kjetil Wæhler, Denis Dedovic og Lucho, og í tí sambandi hava teir havt 23 ára gamla verjuleikaran Pól Jóhannus Justinussen til royndarvenjing. Í kvøld váttar ítróttarstjórin, Lynge Jakobsen, fyri DR, at teir royna alt hvat teir eru mentir fyri at skriva sáttmála við hann.
Flytingarvindeygað lat aftur á midnátt, men sum skilst, eru samráðingarnar framvegis í gongd, og enn er møguleiki fyri at tað verður undirskrivaður sáttmáli við Pól Jóhannus, sum í fjør spældi við íslendska felagnum Valur.










