Danska Superligafelagið vil hava føroyska U21-landsliðsspælaran, Gilla Sørensen. Formaðurin í B36 váttar at hava hoyrt um áhugan, men tekur ikki støðu til nakað fyrr enn eitt boð fyriliggur.
- Vit hava hoyrt um áhugan frá AaB, men fyribils er einki boð komið á borðið. Tað er eisini nógv tos og leysasøgur í fótbólti, so vit taka ikki støðu til nakað fyyr enn vit hava fingð eitt boð upp á Gilla, sigur Sámal Ímundarsson, formaður í B36.
Gilli Sørensen var í summar í Danmark og vandi við AaB, sum eisini hevur Hall Hansson í felagnum.
- Tað kemur illa við, um vit skuldu mist Gilla, tí vit liggja nummar fýra og ætla okkum í Evropa komandi ár. Hinvegin, so er tað eisini at meta sum ein success um tú kanst veita spælarar til eitt Superligafelag, sigur Sámal Ímundarsson og leggur dent á, at B36 fyribils ikki er í samráðingum við AaB.
Gilli Sørensen fekk góða umtalu fyri venjingardystirnar hann spældi AaB í summar. Eisini á kjaksíðum vóru rósandi orð at bera honum. Tí er tað ikki so óvæntandi at felagið vísir skjóta tvøramanninum áhuga.
- Fyrst og fremst mugu vit fáa eitt útspæl frá AaB, sigur Sámal Ímundarsson at enda.
Flytingarvindeygað í Danmark letur aftur 31. august.