AaB-venjarin biður um tol frá áskoðarunum

- Fyrstu dystirnar í fjør spældu vit væl, men fingu ov fá stig. Í ár skulu vit spæla meira kyniskt og stríða okkum til stigini. Tað mugu áskoðararnir skilja og stuðla okkum í, sigur Erik Hamrén, venjari hjá superligaliðnum AaB. Eingin føroyskur spælari verður við hjá AaB í fyrsta dystinum í superliguni í kvøld


Nú byrjar danska superligan aftur, og einasta felagið í fremstu donsku deildini, ið hevur føroyskar spælarar á liðnum, er AaB úr Aalborg.
AaB spælir í kvøld sín fyrsta dyst, og hann verður á heimavølli ímóti Viborg. Hvørki Súni Olsen ell Jón Rói Jacobsen verða við í dystinum.
Jón Rói er í holt við at venja upp eftir nýggjan krossbandskaða í knænum, og hann kann ikki spæla fyrr enn eftir ársskiftið. Súni Olsen hevur eisini drigist við skaða seinastu vikurnar, og hóast hann er við at koma fyri seg aftur, verður hann ikki við í AaB-hópinum til dystin í kvøld.
 
Stríða seg til stig
AaB-venjarin Erik Hamren er meira áhugaður í at vinna stig enn at spæla væl. Tað ger hann púra greitt í samrøðu við heimasíðuna hjá AaB undan fyrsta dystinum.
- Tað verður gott at koma í gongd aftur. Vit hava spælt væl og minni væl í venjingardystunum, men tað má vera tað sama fyri flestu liðini. Formurin er ikki í topp enn, sigur hann.
- Fyrstu dystirnar í fjør spældu vit væl, men fingu ov fá stig. Í ár skulu vit spæla meira kyniskt og stríða okkum til stigini, um vit ikki kunnu spæla okkum til tey. Eg vóni, at áskoðararnir skilja hetta og vilja stuðla okkum í tí. Um vit vinna nakrar dystir, so fáa vit eisini neyðuga sjálvsálitið og kunnu spæla betur, sigur Erik Hamrén.
 
Tættur dystur
AaB hevði eitt misjavnt kappingarár í fjør, men liðið tapti fáar dystir, og móti endanum av kappingini gekk væl. Nú vóna tey í AaB, at liðið kann fáa góða byrjan í nýggja kappingarárinum, so tað verður hugaligari at fylgja liðnum.
Fyrsta mótstøðuliðið er Viborg, sum hevði eitt gott kappingarár í fjør.
- Teir hava ein líka breiðan hóp, sum vit hava, og teir hava bert skift fáar spælarar út síðani seinasta kappingarár. Teir lógu frammanfyri okkum á stigatalvuni, so eg rokni vi ðeinum tøttum dysti ímóti teimum, sigur Erik Hamrén.