AaB vendi 0-3 til 5-3

Tað gjørdist ein sermerktur dystur, tá ið toppliðið AaB og botnliðið Lyngby hittust í donsku superliguni um vikuskiftið

Ein hevði roknað við, at Lyngby fór at gera nakað við AaB, men botnliðið legði seg á odda heili 3-0 í dystinum í Aalborg. AaB minkaði beint fyri hálvleikssteðgin, og í seinna hálvleiki trumlaði oddaliðið Lyngby niður. Úrslitið gjørdist 5-3, og AaB er nú einsamalt á odda í superliguni