AaB vann tættan dyst

AaB hevði ongar føroyskar spælarar á vøllinum í superligadystinum ímóti Viborg sunnudagin. AaB hevur staðið seg væl seinastu umførini, og aftur hesaferð vunnu teir úr Aalborg. AaB legði seg á odda 3-0, men komu í trupulleikar, tá teir slakaðu móti endanum av dystinum. Viborg minkaði til bæði 1-3 og 2-3, men so kláraði AaB at standa ímóti og tryggjaði sær øll trý stigini.