AaB vann bronsuna

Um vikuskiftið spældi AaB avgerandi dyst ímóti OB um bronsuna í donsku superliguni. Tað var AaB, sum hevði munin í dystinum og vann 3-1. Harvið tryggjaði felagið úr Aalborg sær triðfremsta plássi í donskum fótbólti í ár.

Føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen sat á beinkinum allan dystin, meðan Súni Olsen, sum hevur verið skaddur, ikki var við í hópinum. Súni hevur tó vant í vikuni og er klárur til landsdystirnar í næstum.