Eftir 1-1 javnleik á útivølli spældi AaB seg í gjár víðari í UEFA-Cup kappingina. Tað stóð tó nógv á, og eftir lítlum hálvum tíma legði Gent seg á odda. Danny Califf jevnaði tó løtu seinni, og 10 minuttir fyri leiklok skoraði Andreas Johansen málið, sum sendi AaB víðari. Hvørgin av føroysku landsliðsspælarunum var á vøllinum fyri AaB.