AaB liggur best fyri í donsku superliguni, nú teir hava sjey dystir eftir at spæla. Í kvøld skal AaB spæla seinasta dystin í hesum umfarinum, og tað verður á heimavølli ímóti AC Horsens. Um AaB vinnur dystin, so liggur liðið átta stig frammanfyri næstfremsta liðið í superliguni, sum nú aftur er FCK. Teir úr høvuðsstaðnum vunnu í gjár fyri fyrstu ferð í seks dystir.










