AaB tapti aftur í Silkeborg

Hvørki Hallur Hansson ella Christian Lamhauge Holst vóru við frá byrjan, tá Silkeborg í gjár vann 3- 2 á AaB.

 

AaB hevur tað ikki gott í Silkeborg og tað bleiv aftur prógvað í gjár. Sjálvt um AaB og Hallur Hansson liggja nummar trý, meðan Silkeborg stríðist í botninum, so vilja søguligu tølini ikki leggja seg. AaB hevur ikki vunnið í Silkeborg síðani 2007.

 

Av føroysku spælarunum kom bara Christian Lamhauge Holst inn. Tað gjørdi hann heilt móti endanum, og helst var talan bara um at fáa tíðina at ganga.

 

AaB liggja framvegis nummar trý, men OB kann yvirhála við sigri í hesum umfarinum. Silkeborg er við sigrinum komið upp um niðurflytingarstrikuna.

 

Superligan:

Silkeborg-AaB 3-2 (1-1)

0-1 Kasper Pedersen, 3

1-1 Jesper Bech, 17

1-2 Patrick Kristensen, 49

2-2 Kasper Risgård, 69

3-2 Marvin Pourie, 74