Venjarin hjá danska felagnum AaB syrgdi í gjár fyri, at AaB vandi fyri stongdum dyr. Í farnu viku tapti AaB steypadyst ímóti 2. Deildarliðnum Hobro, og venjarin Magnus Pehrsson vildi í gjár hava sínar menn fyri seg sjálvar til venjing. AaB skal í kvøld spæla ímóti OB í superliguni, og venjarin vil hava spælararnar at vísa ein heilt annan hugburð enn í steypadystinum í Hobro.