AaB spruttar

Tað hevur gingið sera væl hjá AaB, eftir at felagið sendi venjaran heim og lat hjálarvenjaran Allan Kuhn røkja uppgávuna sum venjari fyribils. AaB hevur ikki tapt síðani, og í gjár vann AaB greiðan sigur á FCK. AaB tóktist verða í góðum spælhýri, og dysturin endaði við 3-1 sigri til AaB. Onkur av AaB-spælarunum helt eftir dystin, at AaB kundi vunnið enn meira.