FCK gav avboð til vígsludystin á Tórsvølli, men nú er greitt, at vígsludysturin verður ikki minni áhugaverdur. Eingin føroyingur verður á mótstøðuliðnum hjá landsliðnum, men vitjandi liðið verður eitt betri fótbóltslið, enn tað, sum upprunaliga skuldi koma.
Mikukvøldið vunnu Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge á AaB, sum frammanundan hevði vunnið danska meistaraheitið, og nú er greitt, at tá donsku meistararnir eftir summarfrítíðina fara at fyrireika seg til stríðið í europeisku meistarakappingini og til nýggju superligu kappingina, sum tað verður farið undir 26. juli, so verður ein tann fyrsta uppgávan móti Jákupi Mikkelsen og hansara liði.
Fríggjakvøldið 9. juli skal AaB spæla vígsludyst á Tórsvølli móti føroyska landsliðnum. Donsku gestirnir koma til Føroya fríggjamorgunin, og teir fara av aftur landinum leygarmorgunin. 30 fólk vera í danska ferðalagnum.
Tað er grunnurin Tórsvøllur, sum hevur bjóðað danska meistaraliðnum henda vegin, og avtalan kom uppá pláss hóskvøldið.
Poul Michelsen, formaður í Tórsvølli, var á grasvøllinum, tá hann fekk boðini úr Aalborg, og hann roknar við, at áhugin verður stórur fyri at vera til staðar, tá fyrsti dysturin verður spældur:
? Vøllurin verður klárur 9. juli, og vit rokna við, at áhugin millum áskoðararnar verður so mikið stórur, at tað fer at verða fullsett. Tí hava vit gjørt av, at atgongumerkini skulu seljast í forsølu, sigur Poul Michelsen, sum fegnast um, at teir í Aalborg vita um úrslitini hjá føroyska landsliðnum og hava givið til kennar, at teir koma henda vegin við besta liðnum og fara at leggja alla orku í at vinna.
Ísland henda vegin
Tað er grunnurin Tórsvøllur, sum eigur dystin móti AaB, og ein avtala um fíggjarligu viðurskiftini í sambandi við dystin er gjørd millum grunnin og Fótbóltssambandið.
Allan Simonsen hevur givið til kennar, at tað hevði komið væl við, um ein landsdystur kom á skránna eina ferð í august, og tað er nógv, sum bendir á, at hetta fer at eydnast.
Fótbóltssambandið hevur fleiri ferðir mint íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, á, at teir so at siga skylda tvær vitjanir í Føroyum (teir hava ikki spælt landsdyst í Føroyum síðani 8. august í 1990), og nú sær tað út til, at onnur vitjanin verður mikudagin 18. august. Íslendingar høvdu avtalað venjingardyst á heimavølli móti Malta henda dagin, men nú er ásett, at Malta skal vitja í Kroatia leygardagin 21. august. Tað hevur verið upp á tal, at um dysturin í Kroatia gjørdist veruleiki, so fóru teir á Malta at avlýsa vitjanina í Íslandi, og um hetta fór at laga seg soleiðis, so var ætlanin, at íslendingar skuldu koma henda vegin.
Tá vit tosaðu við FSF eftir døgurða í gjár, var avtalan við íslendingar ikki staðfest, men vit frætta meiri um hetta í blaðnum týsdagin.
Sama fólkið
Allan Simonsen hevur úttikið somu spælarar til dystin móti AaB, sum vóru í hópinum móti Skotlandi og Bosnia. Í komandi viku fer hann at geva tveimum ella trimum spælarum afturat boð.
Óli Johannesen, verjuálit á landsliðnum, fegnast um spennandi vitjanina úr Aalborg, og hann vónar, at allir landsliðsmenninir fara at venja, sjálvt um føroysku kappingarnar ? burtursæð frá steypafinaluni millum B36 og KÍ ? fara at halda frí, tá næstkomandi vikuskifti er farið afturum.