AaB setti Silkeborg upp á pláss

Ari Mohr Jónsson var allar 90 minuttirnar á vinstra vongverja hjá Silkeborg

Tey bæði feløgini í Jyllandi, sum hava føroyskar landsliðsspælarar á lønarlistanum, hittust í kvøld í øðrum umfari í donsku steypakappingini.

Silkeborg, sum spælir í næstbestu deildini, og sum hevur Ari Mohr Jónsson og Christian Lamhauge Holst á liðnum, hevði vitjan av superliguliðnum hjá AaB, sum hevur Hall Hansson á manningarlistanum.

Í kvøld var eingin ivi. Hóast teir á heimaliðnum vóru nøgdir við avrikið hjá Silkeborg, so var tað sjónskt, at tað er AaB, sum spælir í bestu deildini, og at Silkeborg spælir í næstbestu deildini. Úrslitið var 2-0 til AaB, og tað var ungi og evnaríki landsliðsspælarin Kasper Kusk, sum eftir lítlari løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði bæði málini.

Hallur Hansson var á AaB beinkinum allar 90 minuttirnar. Ari Mohr Jónsson var allar 90 minuttirnar á vinstra vongverja hjá Silkeborg. Christian Lamhauge Holst var ikki millum teir fyrstu ellivu, men hann varð skiftur inn á Silkeborg liðið, tá ið 2. hálvleikur var tólv minuttir gamalur.

Í triðja umfari skal AaB spæla ímóti HB Køge, sum eins og Silkeborg spælir í næstbestu deildini.