AaB sannførdi í seinastu royndini

Gilli Sørensen og liðfelagarnir vunnu í dag sannførandi sigur móti svenskum oddaliðið

Felagið hjá Gilla Sørensen, AaB, spældi í dag seinasta venjingardystin, áðrenn danska deildin um vikuskiftið aftur fer av bakkastokki.

 

Dysturin var móti Malmø FF, sum er eitt av oddaliðunum í svensku kappingini, og sum í heyst spældi við í bólkaspælinum av Champions League.

 

AaB vann dystin sannførandi 3-0 við tveimum málum frá Thomas Enevoldsen og einum máli frá Rasmusi Jønsson.

 

Gilli Sørensen byrjaði dystin á bonkinum, men kom inn seinastu tjúgu minuttirnar. Hann avloysti Patrick Kristensen, sum hann eisini kappast við um bakkplássið.

 

Fyri AaB byrjar Superligan aftur komandi mánakvøld, tá teir á útivølli skulu møta meistarunum, FC Midtjylland, á útivølli. Dysturin er samstundis eisini eitt veruligt oddabrak.