Hetta kappingarárið byrjaði sera illa hjá danska meistaraliðnum AaB, men eftir venjaraskifti í heyst hevur gingið munandi betri. AaB lá í botninum, tá Allan Kuhn tók við sum venjari, og nú hann hevur havt ábyrgdina av liðnum í góðar tveir mánaðir, hevur AaB vunnið seg upp í ovaru hálvu av stigatalvuni. AaB vann um vikuskiftið 2-1 á Randers.