AaB har føroysku spælararnir enn ikki eru tøkir eftir skaða er enn við oddinum í donsku superliguni. Sunnudagin vann AaB trupla útidystin í Esbjerg 2-1. Esbjerg var annars á odda, men við málum frá nýinnkeyptu Rade Prica og Nomwethe megnaði AaB tó at koppa spennandi uppgerðini. Saman við AaB hava Brøndby og FCK eisini fult stigatal, nú tvey umfør eru spæld av superliguni.










