AaB á odda

Við einum tryggum 4-0 sigri á uppflytarunum úr Vejle setti AaB seg sunnudagin á oddasessin í donsku superliguni. Enn eru teir báðir føroyingarnir í felagnum ikki komnir aftur í hópin eftir skaðasteðg, men bæði Jón Rói og Súni kunnu tó fegnast um góðu gongdina hjá felagnum. Ikki minst hevur tað gjørt góðan mun, at felagið í summarsteðginum hevur keypt Raca Prica. Sunnudagin var hesin aftur millum málskjúttarnar, og hann er nú ovastur á danska máltindinum.