Toppliðið í superliguni tapti í gjár á heimavølli. OB vitjaði í Aalborg, og heili 11.152 áskoðarar vóru til dystin. Hetta heilt nær við metið á Aalborg Stadion. Eitt mál kom í dystinum, og tað fekk OB beint fyri hálvleikssteðgin. Málskjútti var Esben Hansen. Hvørgin av føroysku spælarunum hjá AaB var við í hópinum. Hóast tapið liggur AaB framvegis fremst í superliguni, men nú er bert eitt stig niður til Brøndby og OB.











