Eftir at FCK í gjár tapti fyri FC Midtjyllandi, liggur AaB heilt væl fyri í toppinum í superliguni. Eftir dystirnar um vikuskiftið, er AaB seks stig frammanfyri FCK, men tað eru framvegis 10 dystir eftir at spæla, áðrenn danski meistarin verður funnin. AaB spældi um vikuskiftið ímóti FC Nordsjælland og vann. FCK tapti 2-0 fyri FC Midjyllandi í Parkini.










