Aab leyp hvøkk á Tottenham

Men í hálvleikinum vísti Juande Ramos, at hann hevur fleiri streingir at spæla á, og skifti inn Darren Bent og Tom Huddlestone.

 

Hesir just umtalaðu vóru við til at venda dystinum til fyrimuns fyri Tottenham, so at teir móti endanum vunnu dystin 3-2.

Málini hjá Tottenham skutu Dimitar Berbatov, Steed Malbranque og innskifti Darren Bent.

 

Svenski venjarin hjá Aab, Erik Hamrén segði eftir dystin at hann visti ikki um hann skuldi gráta ella flenna.

- Í kvøld havi eg sæð mítt lið spæla tann besta fótbóltin, síðan eg kom til felagið, og so tapa vit móti endanum, hóast vit løgdu okkum á odda við tveimum málum, segði Hamrén á tíðindafundinum eftir dystin hóskvøldið.

 

Føroyski Jón Rói Jacobsen var við í Aab hópinum, ið var á vitjan á White Hart Lane í gjárkvøldið, men hann slapp tíverri ikki á vøllin.