AaB lúrir eftir norskum málskjútti

Toppskjúttin hjá Rosenborg seinasta kappingarár, Thorstein Helstad, er sambært Ekstrablaðnum á veg til danska felagið AaB, har bæði Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen spæla. 29 ára gamli Helstad skoraði í fjør 13 mál fyri Rosenborg, men hann hevur verið nógv skaddur higartil í ár. AaB vil ikki vátta, at felagið hevur givið Rosenborg eitt ítøkiligt tilboð, men ítróttarstjóri Lynge Jacobsen váttar, at felagið hevur áhuga í norska álopsspælaranum.