AaB helt tætt

Annan dystin á rað helt verjan hjá AaB tætt, tá ið liðið spældi fyrru hálvfinaluna í donsku steypakappingini ímóti Randers FC í gjárkvøldið. Og annan dystin á rað var tað uttan føroyska landsliðsspælaran Jón Róa Jacobsen. Hann var á beinkinum og kom ikki inn fyrr enn ímóti endanum av dystinum. Súni Olsen var ikki við í hópinum. AaB fekk 0-0 við sær úr Randers, og nú kunnu teir spæla seg í finaluna í donsku steypakappingini við einum sigri á heimavølli í seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld næsta hóskvøld.