Tað sær gott út hjá danska meistaraliðnum AaB, sum í kvøld hevur møguleika at spæla seg í bólkaspælið í europeisku meistarakappingini.
Nú teir eru farnir av hvíla seg eftir 1. hálvleikm, er støðan framvegis málleysur javnleikur.
AaB vann heimadystin fyri tveimum vikum síðani 2-0. Fyritreytirnar hjá AaB eru góðar undan 2. hálvleiki, tí eftir ein hálvan tími varð ein av spælarunum hjá Kaunas vístur av vølli, eftir at hann hevði sparkað ein av donsku spælarunum.