Seinasta fjórðingsfinalan í donsku steypakappingini millum FC Roskilde og AaB varð í dag spæld.
Fyri føroysk fótbóltsáhugaði var tað serliga spennandi at fylgja við, tí at føroyski Gilli Rólantsson Sørensen byrjaði inni á liðnum hjá AaB, har hann spældi á høgra bakki.
Og AaB lat ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær pláss í hálvfinaluni. AaB vann ein sannførandi 4-0 sigur, eftir at teir í hálvleikinum vóru á odda 3-0.
Gilli Rólantsson Sørensen spældi allar 90 minuttirnar á høgra bakki fyri AaB.
Í hálvfinaluni skal AaB møta AGF, meðan hin hálvfinalan er millum FC Keypmannahavn og Brøndby.
FC Roskilde - AaB 0-4 (0-3)
0-1 Nicolaj Thomsen, 27.
0-2 Thomas Enevoldsen, 32.
0-3 Thomas Enevoldsen, 39.
0-4 Frederik Børsting, 54.