Í fínum fótbóltslíkindum hevði AaB í Aalborg mánakvøldið vitjan av grannaliðnum úr Viborg. Heimaliðið vann 1?0. Málið skoraði Søren Frederiksen í 1. hálvleiki.
At AaB fekk trý stig hevði við sær, at teir komu uppá síðuna av Herfølge í stigum. Bæði liðini hava 44 stig, tvey færri enn oddaliðið í Brøndby. AaB er frammanfyri Herfølge, tí teir hava betri málmun. Tað eru seks umfør eftir at spæla í superliguni. Herfølge lá á toppinum eftir níggju umfør, og nú eru teir á triðja plássi.