AaB fekk javnt á Celtic Park

Aftur í kvøld vórðu átta dystir spældir í Champions League.

Fyri danir var spenningurin størstur í dystinum millum Celtic og AaB, og púra óvæntað megnaði AaB at stríða seg til javnleik.

Stóra hetjan í dystinum var Karim Zaza, sum bjargaði einum brotssparki, og sum eisini hevði fleiri aðrar framúr bjargingar.

 

Úrslitini í kvøld vóru hesi:

Bólkur E

Man Utd-Villarreal 0-0

Celtic-AaB 0-0

 

Bólkur F

Steaua Bucharest-Bayern Munchen 0-1

Lyon-Fiorentina 2-2

 

Bólkur G

Porto-Fenerbache 3-1

Dynamo Kiev-Arsenal 1-1

 

Bólkur H

Real Madrid-BATE Borisov 2-0

Juventus-Zenit St. Petersburg 1-0