Súni Olsen var slett ikki við í hópinum hjá besta AaB-liðnum, meðan Jón Rói Jacobsen sá allan dystin av beinkinum í gjár, tá AaB tók ímóti AGF í donsku superliguni.
Hvørki av liðunum hevði vunnið nakran dyst undan innanhýsis uppgerðini, og tí var umráðandi hjá báðum at fáa ein sigur.
Tað var tó liðið hjá Jón Róa og Súna, sum dró longra stráðið. Teir vunnu dystin 2-0 við einum máli í hvørjum hálvleiki.
Í fyrra hálvleiki var tað Andreas Johansson, sum legði AaB á odda, og í seinna hálvleiki sló Rade Prica sigurin fastan við málinum til 2-0. Sostatt tykist AaB nú hava fingið gongd á spælið í nýggja kappingarárinum.










