AaB-dystir á 3+

Viasat-samtakið hevur nú keypt sær rættindini til at senda beinleiðis frá UEFA-Cup kappingini í fótbólti. Tað merkir samstundis, at hyggjarar hjá 3+ nú fáa møguleikan at fylgja við, tá AaB í komandi viku tekur móti spanska Getafe, har Michael Laudrup er venjari. Um Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen verða við í hópinum vita vit sjálvandi ikki enn. Men AaB hevur havt fleiri skaðar í hópinum seinastu tíðina, og tí er als ikki óhugsandi, at annar ella kanska báðir føroysku spælararnir fáa dystarboð.