AaB mátti um vikuskiftið siga fyribils farvæl til oddasessin í donsku SAS-liguni. Liðið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen mátti á útivølli síggja FC Midtjylland taka øll stigini. Og tá FCN samstundis vann sín dyst móti Vejle, eru tað nú teir, sum eru ovastir á talvuni við 12 stigum, ið er tað sama, sum AaB hevur. Meistararnir úr FCK eru á fimta plássinum við 10 stigum, men teir hava tó ein dyst til góðar í mun til hini oddaliðini.