Ivi hevur verið um framtíðina hjá heimsins størsta ferðafólkaflogfarið – A380 hjá Airbus.
Orsøkin var millum annað, um ein stórur ordri frá Emirates Airline fór at blíva veruleiki. Airbus hevði boðað frá, at um Emirates ikki gjørdi, sum tað hevði róð fram undir, kundi framleiðslan av A380 steðga innan langa tíð.
Nú er greitt, at Emirates hevur umbiðið 20 nýggj A380 og hevur rætt at biða um 16 afturat, um flogfelagið ynskir tað. Tað skrivar Check-In. Ordrin er verdur umleið 100 milliardir krónur.
Frammanundan hevur Emirates umbiðið 142 A380 og hevur fingið umleið 100 av teimum.
Nýggi ordrin ger, at framleiðslan av A380, sum fyri tað mesta verður gjørd í Toulouse og Hamburg, heldur fram í minst 10 ár ár afturat.
Sølustjorin fyri Airbus sigur, at nú er framtíðin hjá A380 tryggjað, og hann roknar við, at onnur flogfeløg nú fara at umbiða risaflogfarið.
Atlantsflog hevur flogfør frá Airbus.