Tað hevur gingið væl hjá Juliani Johnssyni í Íslandi. So væl at íslendska felagið ÍA vil leingja sáttmálan við føroysku miðvallarkempuna.
? Vit skulu samráðast aftur í næstu viku. Teir vilja gera ein tvey ára sáttmála, men eg havi enn ikki gjørt av, hvat eg fari at svara teimum, møguliga blívur tað bara til ein eitt ára sáttmála, sigur Julian Johsson úr Íslandi.
Julian Johnsson hevur í løtuni ein fyribils sáttmála, sum rennur hetta kappingarárið út. Í næstu viku skulu ÍA og Julian so finna fram til eina loysn, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við.
Øðrvísi fótbóltur
Julian hevur nú verið í Íslandi í ein góðan mánað. Hann fór til Íslands, beint eftir at føroyska landsliðið spældi ímóti Týsklandi tann 11. juni, og hann hevur spælt líka síðani.
? Tað verður spælt øðrvísi her enn í Føroyum. Í íslendskum fótbólti verður tað spælt nógv meira við langum bóltum, tí kann tað tykjast sum um leikferðin er hægri, sigur Julian.
Hann leggur tó afturat, at tá verjuleikarar spæla ein langan bólt fram í álopið ístaðinfyri ein stuttan bólt niðan á miðvøllin, skalt tú renna nógv meira óneyðugt.
? Ítróttarliga hevur tað annars gingið væl, og eg eri nú komin uppá pláss her á Akranesi, sigur Julian. Hann býr beint nú á einum gistingarhúsi, men hetta er bert ein fyrbils loysn.
Vant verður frá tveir tímar um dagin frá klokkan 17 til 19. Allir leikararnir hava sáttmála, men teir flestu arbeiða eisini við síðuna av.
Fyrsta dystin sat hann á beinkinum, men tá var hann ikki meira enn komin til landið. Síðani hevur ÍA spælt fimm dystir, og Julian hevur verið við frá byrjan í øllum fimm. Úrtøkan hevur verið misjøvn: Tveir sigrar, tveir javnleikir og eitt tap.
ÍA hevði tørv á einum sterkum spælara, sum kundi vinna nakrar bóltar, og Julian hevur vunnið sær fast pláss á miðvøllinum í eini 4-3-3 skipan.
Níggju umfør eru spæld í íslendsku landskappingini, og í skrivandi stund liggja Julian og hinir av Akranesi á triðaftasta plássi við tíggju stigum. Tað er tó sera tætt millum øll liðini, tí bert átta stig eru upp til fremsta liðið, sum Þróttur við átjan stigum. Tíggju lið eru í fremstu deildini.
Hóskvøldið spældi ÍA á heimavølli ímóti ÍBV av Vestmannaoyggjunum, og tað endaði við 3-0 sigri til ÍBV. Hetta var ein dyggur smeitur hjá Juliani og teimum, tí teir ætlaðu sær við einum sigri at nærkast oddinum. ÍA spældi tó allan seinna hálvleik við tíggju monnum. Julian spældi sum vant allar níti minuttirnar.
ÍA er framvegis við í steypakappingini, har komið er fram til fjórðingsfinalurnar.
Var svangur
Eftir at Julian hevði roynt seg sum yrkisleikara í Kongsvinger og Sogndal í Noregi og síðani Hull City í Onglandi, valdi hann at koma heimaftur á klettarnar, og hann fór at spæla við havnarfelagnum B36. Men hví fór hann nú avstað aftur?
? Eg haldi, at eg framvegis var svangur eftir nýggjum avbjóðingum. Eg vildi royna okkurt afturat, áðrenn skógvarnir verða lagdir á hillina.
? Eg var eisini farin í gongd við eina útbúgving, sum kanska ikki var júst tað rætta fyri meg, og eg visti ikki ordiliga, hvat eg skuldi finna uppá. Tá so hesin møguleikin gjørdist veruleiki, valdi eg at taka av, sigur Julian Johnsson.
Um ósemjuna við B36 um skiftið til ÍA hevur Julian ongar serligar viðmerkingar.
? Har var ein ósemja millum meg og B36, men meira havi eg ikki at siga um tað, sigur Julian at enda.