A venjarin verður veruleiki

Í FSF rokna teir við, at UEFA um eitt hálvt ár fer at hava góðkent føroysku venjaraútbúgvingina á A støði, og Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen fara nú at standa fyri skeiðum rættað móti málverjum

FSF AÐALFUNDUR

 
Í formansfrágreiðing síni á friðarliga aðalfundinum leygardagin visti Óli Holm at siga, at tað um ikki so langa tíð fer at verða møguleiki fyri at fáa prógv sum A venjari í Føroyum. Higartil hevr B venjaraprógvið verið tað hægsta, sum tað hevur borið til at lokið í Føroyum.
                      - Miðvíst verður arbeitt við at fáa UEFA góðkenning av A-stignum í FSF venjaraútbúgvingini. Umsókn er send UEFA um hetta, og tað verður roknað við góðkenning í seinasta lagi í summar. Ætlanin er, at tað skal farast undir A venjaraútbúgvingina í heyst, og fyrsta próvtøkan ætlast at verða á heysti í 2006. Fyri at røkka minstu krøvunum hjá UEFA er tað avgerandi, at venjarar við A prógvi verða settir við næstu árini, segði Óli Holm.
                      Í 2004 var fyrsta B próvtøkan sambært UEFA góðkenning í Føroyum. Grundskeið vóru á Tvøroyri, í Havnimi og á Toftum, og harafturat vóru eisini skeið í B1 og B2 og Slóðarin.
                      Áhugin fyri at taka lut í venjaraskeiðunum tykist vera góður. Í grundskeiðunum luttóku 44, í Slóðaranum luttóku 8, á B1 skeiðnum vóru 29, í B2 skeiðnum vóru 18, og 12 vóru til B próvtøku.
                      Sjey instruktørar eru í venjaraútbúgvingini hjá FSF. Teir flestu hava førleika til einsamallir at taka sær av B skeiðum.
                      Útbúgvingarnevndin gjørdi í fjør av at fara undir skeið fyri málverjar. Landsliðsmálverjarnir báðir ? Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen ? eru nú instruktørar í skeiðum fyri málverjar. Talan er um tvey skeið, sum verða nevnd M1 og M2, og fyrsta skeiðið verður í vár.