Triði síðsta umfar í næstbestu deildini er á skránni í dag og í morgin. B68 er sjey stig frammanfyri FC Suðuroy, sum kappast við Skála um uppflyting. Harvið er møguleiki fyri, at toftamenn longu í dag fáa trygd fyri atgongumerkjunum til bestu deildina. Hetta verður veruleiki, um B68 vinnur , og tað verður møguleiki, um kappingarneytarnir til uppflyting ikki vinna fulla úrtøku.
B68 skal seint seinnapartin til Klaksvíkar at dystast við teir næstbestu hjá KÍ, og hini bæði liðini, sum kappast um at flyta upp, eru eisini á útivølli. FC Suðuroy skal spæla ímóti EB/Streymi, sum er undir niðurflytingarstrikuni, og Skála fer í morgin at spæla á útivølli ímóti B71. Tað er mest sum greitt, at sandoyingar næsta ár skulu niður í triði bestu deildina.
Í fjør fluttu B68 og FC Suðuroy niður úr bestu deildini.
Í Leirvík fær Víkingur í dag vitjan av B36, og HB fær vitjan av TB, sum við trivaligum 5-2 heimasigri á Víkingi í síðsta umfari lyfti seg upp um strikuna.
Í dag
KÍ-B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00
Víkingur-B36: Johan Petur Michelsen kl. 15.00
EB/Streymur-FC Suðuroy: Kári J. á Høvdanum kl. 13.00
HB-TB: Pætur Albinus kl. 15.00
Í morgin
B71-Skála kl. B71-Skála: Súni Fríði Barbá
Støðan undan 25. umfari
B68 47
Skála 42
HB 42
FC Suðuroy 40
B36 36
Víkingur 33
KÍ 29
TB 27
EB/Streymur 26
B71 18










