Flogbóltsfelagið Ternan á Toftum er í hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum.
Tað var seinasta kappingarár, at kvinnurnar hjá Ternuni vunnu seg upp í bestu deildina, har tær veruliga hava megnað at gjørt um seg í bestu deildini.
Ternan hevur vunnið á bæði Drátti og Mjølnir, og tær hava eisini spælt tveir fimmsettarar móti KíF.
Hálvfinalan skal spælast í Badmintonhøllini í Klaksvík klokkan 13 nú leygardagin, og á Toftum vænta tey, at hetta kann gerast heilt spennandi.
- Hetta verður samstundis fyrsti av fýra dystum henda dagin. So, her verður flogbóltur í Klaksvík frá morgni til myrkurs leygardagin.
Tað siga tey á Toftum, har nógv verður gjørt burtur úr hesum degi.
Nevndin í Ternuni bjóðar nevniliga øllum fjepparum at møtast í Tofta skúla til morgunmat. Síðan verður høvi at mála sína egnu fjeppara T-shirt, eins og andlitsmáling eisini verður á skránni.
- Víðagitnu trummararnir á Toftum verða við henda dagin, so stemingurin skal nokk gerast góður. Farið verður við bussum av Toftum til Klaksvíkar. Bussurin er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg.
Í Ternuni á Toftum siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin at verða við leygardagin.
##med2##