Nýggi samanlagdi skúlin í Klaksvík hevur fingið heitið ”Á Skúlatrøð”. Tað boðar Klaksvíkar kommuna frá í morgun.
Býráðið fylgdi harvið tilmælinum frá einari samdari dómsnevnd, ið skipaði fyri kapping um nýtt navn til samanlagda skúlan. Skúlastýrið tók eisini undir við tilmælinum.
Teir báðir fólkaskúlarnir í Klaksvík, Skúlin á Ziskastrøð og Skúlin við Ósánna, eru nú samanlagdir, og bygging av nýggjum skúlabygningi fyri 100 milliónir krónur er byrjað.
27 uppskot vóru um nýtt navn, men nevndin mælti ikki til at brúka nakað av innkomnu uppskotunum. Í staðin samtykti navnanevndin at mæla til at brúka navnið “Á Skúlatrøð”.
Navnið Skúlatrøð er gamalt staðarnavn í Klaksvík, men er dottið burtur. Navnanevndin heldur, at tað er hóskiligt at blása nýtt lív í staðarnavnið og brúka tað til nýggja skúlan.
- Við navninum “Á Skúlatrøð” verður lagt upp til, at skúlin er ein kveikjandi vakstrarmiðstøð fyri alt nærumhvørvið, har støðugt verður velt burtur úr nýggjum. Har børn og vaksin vaksa bæði fakliga, listaliga og menniskjaliga. Eins og trøðin gevur føðslu og lív til fenað av ymsum slag, er skúlin ein stovnur, har ymisku børnini vaksa seg búgvin til lívið. Samstundis er skúlin eisini eitt vakstrarstað fyri mentan og list í nærumhvørvinum, sigur navnanevndin í sínum tilmæli.
Jóhann Lützen, sum er formaður í Trivnaðarnevndini í Klaksvíkar býráði, var formaður fyri navnanevndina, og hann fegnast um nýggja navnið.
- Vit hava fingið eitt snøgt skúlanavn, sum fagnar víðfevnda virkseminum hjá samanlagda skúlanum. Nýggi skúlin er eitt stórt frambrot fyri skúlaskapin í kommununi, og navnið fevnir væl um innihaldið í skúlanum, sum fer at sameina fólk í kommununi enn meiri, sigur Jóhann Lützen.
Í dómsnevndini sótu: Jóhann Lützen (dómsnevndarformaður), Edward Fuglø (listamaður), Magnus Arge (fólkavaldur skúlastýrislimur), Jastrid Gullaksen (sniðgevi), Andras Sólstein (søgufrøðingur), Vagn Folbo (skúlastjóri), Tonja Ziskason (toymisleiðari børn & ung) og John Færø (trivnaðarstjóri).










