Borgarstjórarnir í Nes kommunu, Runavíkar kommunu og Sjóvar kommunu skrivaðu í vikuni undir tíðaravmarkaða tillagan av samstarvsavtaluni partanna millum um betri heilsutænastur til borgarar í Skálafjarðar Læknadømi.
- Í einum avmarkaðum tíðarskeiði verður gjørd ein royndarskipan, sum hevur við sær, at ein av teimum trimum kommunulæknunum hevur viðtalu aðru hvørja viku á Heilsumiðstøðini í Runavík og aðru hvørja viku í læknaviðtaluhølunum á Strondum.
Tað sigur avtalan um tíðaravmarkaða tillagan, sum borgarstjórarnir í Skálafjarðar Læknadømi hava undirskrivað, og henda avtala kemur í gildi mánadagin 23. januar 2017 at rokna og verður fyribils galdandi til 1. august 2017.
- Royndarskipanin verður eftirmett í tíðarskeiðnum 1. juni til 1. juli 2017, verður lagt aftrat.










