Í einum notati, sum Tummas í Garði, læknastjóri, hevur skrivað, og sum Sosialurin hevur fingið hendur á, verður greitt frá eini telefonsamrøðu millum læknastjóran og Eliesar Olsen,yvirlækna.
Líkist svartasta ongum
Í notatinum stendur at lesa, at Eliesar Olsen tann 19. oktober ringdi til Tummas í Garði og segði, at hann var sera illa nøgdur við, at leiðslubólkurin hevði tikið avgerð um, at allar ikki bráðneyðugar skurðviðgerðir skuldu avlýsast. Eliesar Olsen, yvirlækni segði við læknastjóran, at hann helt, at tað líktist svartasta ongum, at hann ikki kundi fáa loyvi til at fremja nakrar smáar skurðviðgerðir, ið hann hevði á skránni. Talan var um skurðviðgerðir, har honum ikki hevði nýtst stórvegis hjálp ella serliga nógv tilfar.
Tummas í Garði fasthelt tó, at talan var um eina undantaksstøðu fyri alt sjúkrahúsið, og avgerðin skuldi respekterast. Eliesar Olsen var kortini sera misnøgdur, og hann helt, at tað var ein býtt avgerð, sum varð tikin, men at hann kortini fór at fylgja boðunum frá leiðsluni.