Aðrar lønir um feløgini blivu privatiserað

- Allar lønir hjá tí almenna eru lagdar í lønarrammur. Tað eiga stjóralønir í almennum partafeløgum eisini at vera. Nøkur av hesum almennu partafeløgum áttu at verði privatiserað, tí so hevði man sæð aðrar lønir.


Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, í svari til Sosialin, tá ið hann verður spurdur, um eitt mark skal setast fyri hvussu høgar lønirnar hjá stjórum í almennum partafeløgum skulu vera.


Vikuskiftis-Sosialurin varpaði í seinasta blaði ljós á lønirnar hjá stjórum í almennum partafeløgum og í Sosialurin mánadagin verða politisku formenninir í andstøðuflokkunum og forkvinnurnar í tingbólkunum hjá samgonguflokkunum spurd um lønirnar hjá stjórunum.


Jørgen Niclasen er ein teirra, ið heldur at avvarðandi landsstýrisfólk skulu blanda seg í lønarviðurskiftini hjá stjórum í almennum partafeløgum.


- Landsstýrismaðurin skal ikki bara blanda seg, hann skal áseta hvat lønin er. Tað gjørdi eg eisini, tá ið eg var landsstýrismaður. Sum dømi kann nevnast, at í samband við lønina hjá stjóranum í p/f Eystur- og Sandoyartunlar var ætlanin at geva stjóranum væl yvir 100.000 krónur um mánaðin, men fingu teir at vita, at tað bleiv ikki talan um.


Til ber at lesa alt svarið hjá Jørgen Niclasen og hinum politikarunum í dagsins blaði, ið er til keyps í sølubúðum kring landið.