Kommunuval
Av sjey bygdaráðslimum í Nes kommunu, eru í løtuni tvær kvinnur. Tær eru borgarstjórin, Marjun Gaardbo og Katrin Poulsen. Nú hetta valskeiðið er við at renna út, hava tær báðar sitið í bygdaráðnum í tilsamans átta ár, men á valinum, 9. november, stillar hvørgin teirrar uppaftur.
Saman við Jansy Olsen, sum eisini hevur sitið í bygdaráðnum í Nes kommunu í átta ár ? fram til valið 1996, hevur Katrin verið við til at skipað kvinnulistan, sum nú stillar upp við 11 kvinnum á valinum komandi.
Tað er Kvinnufelagið á Toftum, sum hevur gjørt listan, og formaður í felagnum er Jansy Olsen.
Seinastu 16 árini hevur kvinnulisti stillað upp til bygdaráðsval í Nes kommunu, og Jansy Olsen var fyrsta kvinnan, sum vald varð á hesum lista.
Fyrsta kvinnuliga umboðið í Nes kommunu annars var Kristina V. Andreassen.
Aðrar eiga tørn
Katrin Poulsen, sum báðu ferðirnar er vald á kvinnulistanum, heldur, at nú eiga aðrar kvinnur at bjóða seg fram og taka við tí álitisstarvi, sum tað er at sita í einum bygdaráði.
- Eg haldi, at tað er rætt at geva øðrum møguleikan, tá ið tú hevur sitið í bygdaráðnum í átta ár.
Katrin sigur, at tað er spennandi og læruríkt at taka lut í kommunalum arbeiði, men tað krevur eisini tíð og orku.
- Eg havi fulltíðarstarv í dagrøktini, og vit hava bát og seyð. Tí helt eg, at tíðin var komin til at geva øðrum kvinnum møguleikan at sleppa fram at.
Málið hjá Kvinnufelagnum á Toftum, har Katrin eisini er limur, er at fáa eini 2-3 umboð í bygdaráðið á komandi vali.
- Jú, sjálvandi seta vit nøsina upp ímóti at fáa nøkur umboð vald, sigur Katrin.
Hon vísir á, at líka nógvar kvinnur eru í Nes kommunu sum menn, og í bygdaráðnum sita tilsamans sjey umboð.
- So, hví skulu vit kvinnur ikki seta nøsina upp ímóti fleiri umboðum, spyr hon sannførandi.
Katrin leggur aftrat, at felagið hevði ikki farið og gjørt ein kvinnulista, um tær ikki meina nakað við tað.
Sum Sosialurin hevur skilt, er eingin kvinna á nøkrum øðrum lista til bygdaráðsvalið í Nes kommunu hesaferð.
- Helen Højgaard var eisini á almenna listanum, men hon er nú við á kvinnulistanum, sigur Katrin.
Mál eru rokkin
Katrin heldur, at fleiri mál, sum hon og onnur í bygdaráðnum hava lagt dent á seinastu átta árini, nú eru rokkin.
Í hesum sambandi nevnir hon eitt nú barnaansingina, eldrarøktina og skúlan, sum skjótt verður útbygdur.
- Tað er deiligt at vita, at fleiri av teimum málum, tú hevur virkað fyri, eru rokkin, sigur hon.
Spurd, um kvinnulistin hevur gjørt nakra serstaka valskrá, sigur Katrin, at hendan er í stoypiskeiðini, men er ikki liðug og almannakunngjørd enn.
- Men vit fara at stinga høvdini saman og tosa um, hvørji mál vit serliga skulu leggja dent á at røkka í einum komandi valskeiði, sigur hon.
Á kvinnulistanum á Toftum eru tilsamans 11 kvinnur, og listin er óheftur politiskt.
- Hetta eru kvinnur við ymiskum politiskum áskoðanum, men vit hava slett ikki spurt tær eftir, hvar tær standa politiskt. Málið hjá okkum er at fáa sum mest burtur úr í einum komandi bygdaráði ? øllum borgarunum at gagni, og tí spyrja vit ikki eftir, hvar tær annars standa í politiskari merking.
Katrin Poulsen vónar at enda, at fólk í Nes kommunu fara at taka væl ímóti kvinnulistanum á valinum, 9. november.