Á palli í Glasgow sum Kong Duncan

- Eg síggi alt, ið eg havi verið út fyri, sum eitt amboð í míni yrkisleið sum leikari, sigur Nicolaj Falck

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Tá eg fekk BA prógvið í leiklist frá Listaháskúla Íslands eftir at hava lisið í trý ár.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- At standa á palli í Glasgow sum Kong Duncan í leikinum Macbeth.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Einki. Eg síggi alt - bæði gott og ringt - ið eg havi verið út fyri, sum eitt amboð í míni yrkisleið sum leikari.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- At hava framgongd við øllum tí, eg geri, so eg kann halda fram at gera tað, sum eg vil gera í lívinum, sigur Nicolaj Falck.