A.P. Møller risa avlop

Eitt av heimsins størstu reiðaríum, A.P. Møller-Mærsk, fekk eitt av sínum bestu úrslitum nakrantíð, og kann vísa á eitt avlop fyri 2010 á 59,6 milliardir krónur. Talan er um eitt av bestu úrslitum nakrantíð í 106 ára longu søguni hjá felagnum.

Eftir skatt renna 28,2 milliardir í kassan hjá A.P. Møller-Mærsk, so tað er ikki so undarligt, at felagið hevur ráð til at bíleggja 10 av heimsins størstu bingjuskipum.

Úrslitið líkist heldur ikki á nakran hátt botnlinjunii fyri 2009 sum vísti eitt tap á 5,5 milliardir.

Roknskapurin vísir, at bingjudeildin hjá Mærsk hevði knappar 15 milliardir krónur í avlopi í fjør samanborið við góðar 11 milliardir í halli í 2009.

Oljuvinnan gav 9,3 milliardir krónur í vinningi í 2010 samanborið við góðar seks milliardir árið fyri.

Umsetningurin hjá A.P.Møller - Mærsk vaks úr 260 milliardum krónum í 2009 í 315 milliardir krónur í fjør.

A.P. Møller-Mærsk varð stovnað í 1904. Í dag er felagið virkið í 130 londum og hevur eitt starvsfólkatal um allan heim á 115.000, skrivar politiken.dk