A.P.Møller rindar trælaløn

Arbeiðsmenn av Filipsoyggjunum, sum arbeiða á einum oljupalli hjá A.P.Møller - Mærsk í Avstralia, fáa minni enn 16 danskar krónur í løn um tíman. Tað sigur avstralska fakfelagið Australian Workers Union, sum størsta fakfelag í landinum.

-Lønin, sum menninir fáa frá tí danska felagnum er næstan trælaløn, og í summum førum fáa teir minni enn tríggjar avstralskar dollarar (knappar 16 danskar krónur) um tíman, sigur Paul Howes, aðalskrivari í felagnum. Hann leggur afturat, at limir í Australian Workers Union, sum arbeiða á sama palli, fáa 132.000 dollarar ella einar 726.000 krónur í meðal um árið.

Paul Howes sigur, at ein unglingi, sum arbeiðir hjá McDonalds, fær meiri í løn enn teir filipinsku arbeiðsmenninir, sum hava fingið sær útbúgving í heimlandinum til at arbeiða á oljupallinum.

Henning Jørgensen, sum er arbeiðsmarknaðargranskari, sigur við DR, at í Avstralia kann eingin liva fyri so lítla løn, sum nakrir av teimum filipinsku arbeiðsmonnunum fáa.

-Tað sigur seg sjálvt, at fyri minni enn 20 krónur um tíman kann eingin liva í einum framkomnum landi sum Avstralia, har meðallønin er nógv hægri. Harafturat er tað undirgravandi fyri hin partin av arbeiðsmarknaðinum, at summi fáa so lítla løn, sigur Henning Jørgensen.