A.P.Møller-Mærsk styðjar Obama

Vanliga plagar danska stórfyritøkan at styðja republikanararnar, men hesaferð hevur fyritøkan valt at styðja tað demokratiska forsetavalevnið Upp undir amerikanska forsetavalið í 2000 fingu republikanararnir 80 prosent av valstuðlinum hjá A.P.Møller-Mærsk, og teir fingu eisini meginpartin í 2004.

Men hesaferð hevur danska stórfyritøkan valt at lata Barrack Obama fáa meginpartin ella 55 prosent av tí, sum fyritøkan letur í stuðuli til amerikanska forsetavalið.

Derek Beach á lærda háskúlanum í Århus, sum granskar amerikanskan politikk, heldur, at A.P.Møller-Mærsk hevur valt at styðja tað valevnið, sum fyritøkan heldur hava bestu møguleikarnar at vinna.