Á Miðnámi á Kambsdali er gott at vera

Skúlin liggur í náttúruføgrum øki við útsýni til Norðoyggjarnar Kalsoy og Kunoy – mitt í einum dali kransaður av tindum og við skjótari og góðari atgongd til vøtn og margfelt lendi.

Og hóast hann liggur frítt frá aðrari bygging, so er lætt og skjótt at koma til áhugaverdar vinnufyritøkur, býir og bygdir í hesum parti av Føroyum. Busssambandið er gott, og hvønn dag tysja næmingar og starvsfólk úr ymsum ættum inn í fjálga skúlan, sum er teirra góða arbeiðspláss.

 

Og náttúran fyllir nógv í undirvísingini á Miðnámi á Kambsdali, í náttúruvísindum sjálvandi, men eisini í hugvísindum og samfelag- og búskaparvísindum, tí hon er okkara fortreyt og samstundis hugtekur hon okkum við sínum stórbæri og vakurleika. Ítróttarlærugreinin nýtir eisini økið á Kambsdali nógv, og kreativu lærugreinirnar hava í náttúruni her eitt fantastiskt leiktjald.

 

Vilt tú ganga á Miðnámi á Kambsdali, so hevur tú heilt nógvar og spennandi valmøguleikar – bæði viðvíkjandi breytum og lærugreinum. Vit bjóða búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og serbreyt, umframt FHS, Norðuratlantiska studentaflokkin og skeið í føroyskum sum annaðmál (FSA). Harumframt bjóða vit fyrireikingarbreyt á Klaksvíkar HF-skeiði. So her kunnu tit ganga í sama skúla og koma til somu mongu felagstiltøk, hóast tit velja sera ymiskar miðnámsútbúgvingar og vallærugreinir. Vinir og kenningar ganga inn um somu dyr og síggjast í døgurða- og kaffisteðgum hvønn dag. Men nógv nýggj vinabond verða samstundis knýtt, tí tú hittir dagliga fólk úr øllum økinum heilt frá Hósvík til Fugloyar.

 

Lærarar og starvsfólk eru eldhugað og dugnalig og geva bæði teimum bókliga áhugaðu og teimum meira verkligu eina spennandi skúlatíð við hóskandi avbjóðingum.

 

Regluliga vitja flokkar og hold út til fyritøkur, stovnar, býir og bygdir at seta fakligu vitanina í praktiskan samanhang, og allir flokkar fara á styttri og longri námsferðir úti og heima. Men skúlin fær eisini nógva vitjan, bæði úr útlondum og ymsastaðni úr Føroyum, tí vit leggja okkum eftir at samstarva væl við nærumhvørvið og við umheimin.

 

Á Miðnámi á Kambsdali vilja vit, at øll skulu trívast og hava tað gott, bæði fakliga og sosialt, og tá skúlatíðin endar – vanliga aftan á trý ár, so hevur tú allar fortreytir fyri at standa við húgvu á høvdinum á náttúruvakra Gøtusandi við víðum útsýni út á víkina - við einum sera góðum og viðkomandi prógvi, sum gevur tær atgongd til allar hægri útbúgvingar, tú kanst hugsa tær. Men ikki minst við eini ríkari ungdómstíð og einum havi av upplivingum sum viðføri á lívsleiðini.

 

Vælkomin á Miðnám á Kambsdali!

 

##med2##

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024