A-liðið á skúlabonk

FSF fer á sætta sinni undir skeið fyri komandi A-venjarum

 

A-venjararútbúgvingin er hægsta venjaraútbúgving, sum FSF stendr fyri. Fimm ferðir áður hevur FSF skipað fyri A-útbúgvingini, og í januar komandi ár verður farið undir nýt skeið.

 

Á heimasíðu sínari skrivar FSF, at málbólkurin eru venjarar, ið hava ynski um at venja vaksin og ungdóm ella høvuðsungdómsvenjarar. Sjálv útbúgvingin er bæði ástøðilig og praktisk, og eitt nú verður ein vegleiðari knýttur at einstøku venjarunum.